“Ikki minst tær stóru myndirnar hava ein heilt symfoniskan dám við satsum, høvuðstema og síðutema, har eitt stórfingið drama blíðkast av einum lýriskum og hóvligum tema móti endanum, júst sum í tónleikaverki fyri stórt orkestur. Á tann hátt er musikaliteturin í list hansara í ætt við tann, vit kunnu uppliva í føroysku náttúruni við hennara tutlandi áarløkum og sjóandi fossum og stuðlað í bassinum av hvøllum brimljóði”.